Ågot (Mynd: Eyðstein Poulsen)

Rættiliga vist síðstu jól sum reiðarar á Ågot

Ari av Rana

12.12.2017 - 12:26

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Fiskivinnupolitikkur

Í dag er 3. viðgerð í løgtingsmálinum um uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, eitt tað mest umstrídda løgtingsmálið, sum hevur verið.

Nógv kjak hevur verið um hvat er best fyri fiskivinnuna, og flestu reiðaríini eru á einum máli um, at hetta verður eitt skot fyri bógvin hjá teimum.

Eyðstein Poulsen, reiðari á Ågot, sigur at fyri reiðaríið hjá teimum er talan um meir enn eitt skot fyri bógvin

- Jú, rætt er tað, eingin er deyður, men tað kennist rættiliga vist, at hetta eru síðsti jól, ið vit halda sum eigarar av fiskiskipinum Ågot. Vit vænta okkum at leiga skipið út um landoddarnar til onnur at brúka sum verksmiðjuskip – Um tað ikki eydnast okkum, so verða vit noyddir at selja!, skrivar Eyðstein Poulsen á facebookvanga sínum.

Eyðstein sigur, at søguliga treiskni og úthaldni hjá teimum, sum hava verið ígjøgnum eld í vinnuni fyri at yvirliva, og søguliga vitanin í allari vinnuni er sett til viks.

Eyðstein sigur, at alt ov nógv fokus hevur verið á tey stóru reiðaríini, meðan fólk gloyma hvat hetta merkir fyri tey smáu.

- Hetta er okkara støða, hjá okkara lítla reiðaríi, men tað er púra óintressant at tosa um hjá almenninginum, tí søgurnar um milliónirnar í lummanum hjá teimum stóru, hevur blindað alt samfelagið og alla tilgongd til eina skilagóða skipan.

Eyðstein Poulsen er nokk ein av teimum, sum við døpurhuga fer at sita og fylgja við í viðgerðini av málinum. Enn er tingfundurin ikki byrjaður.