Rafael Nadal (Mynd: EPA)

Rafael Nadal fyri 11. ferð



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

11.06.2018 - 15:14

Ítróttur > Ítróttur > Tennis

Spanski tennisleikarin, Rafael Nadal, vann í gjár French Open fyri 11. ferð. Við hesum er hann langt frammanfyri tí næsta á listanum yvir teimum, sum hava vunnið stóru kappingina, umframt at hann nú bert er tríggjar “grand slam” sigrar frá Roger Federer, sum hevur vunnið flestar við 20.

Nadal vann í finaluni á Dominic Thiem úr Eysturríki. Spenningur var áðrenn finaluna, tí at Thiem er einasti mótstøðuleikarin, sum hevur vunnið á Nadal á grúsvølli seinastu tvey kappingarárini. Men eingin spenningur bleiv í sjálvari finaluni. Nadal vann við støðuni 6-4, 6-3, 6-2. Hetta var fyrsta “grand slam” finalan hjá Thiem.

Nadal hevur vunnið grúskappingina í Fraklandi 11 ferðir, meðan næstur á listanum er Max Decugis, sum vann hana átta ferðir frá 1903-1914. Maðurin, sum hevur vunnið kappingina triðju flestar ferðir er svenski Bjørn Borg, sum vann hana 6 ferðir frá 1974-1981.