Ragnar var besti føroyingurin á golfbreytini

Ingi Samuelsen

30.06.2017 - 16:35

Ítróttur > Ítróttur > Golf

Tað gonga helst nøkur ár áðrenn føroyingar veruliga kunnu gera seg galdandi á golfbreytini á oyggjaleikunum.

Úrslitini hjá føroyingunum vóru ikki tey bestu.

Frægast kláraði Ragnar Isaksen seg, sum gjørdist nummar 45 við at brúka 355 sløg í fýra umførum, ávikavist 86, 89, 86 og 94. Hetta er nógv betri enn fyri tveimum árum síðani, tá Ragnar gjørdist nummar 55 við 365 sløgum.

Næstbesti føroyingurin í dag var Líggjas Jógvanson, sum gjørdist nummar 59, Rógvi Mikkelsen gjørdist nummar 63 og Janus Norðberg nummar 68. Tilsamans 74 menn vóru við í golfkappingini.

Menn av Manoy settu seg á øll tey trý fyrstu plássini, teir brúktu 299, 300 og 301 sløg.

Hjá kvinnum gjørdist einsamalla kvinnan, Finngerð S. Clark, nummar 22 av 31 luttakarum. Finngerð gekk umførini í ávikavist 96, 93, 97 og 91 sløgum, 377 tilsamans.

Menninir vóru eisini við í liðkappingini. Føroyar gjørdust nummar 16 av 18 luttakandi oyggjalondum, bert framman fyri norsku oyggjarnar Froya og Hitra og 15 sløg aftan fyri Falkland á 15. plássi.

Seinast gjørdust Føroyar nummar 17 av 20 luttakandi oyggjalondum.