Mynd: Sverri Egholm

Ragnhild royndarsigld í dag

Jens Hákun Leo

28.02.2017 - 17:07

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Tann nýggi brúkti grótbáturin hjá J&K Petersen, sum kom til landið tíðliga í februar, og sum hesar síðstu vikurnar hevur ligið í Havn og bíðað eftir, at nøkur viðurskifti við føroysku sjóvinnumyndugleikarnir hava verið fingið upp á pláss fyri at kunna skráseta bátin í Føroyum og seta hann í sigling, hevur í dag verið royndarsigldur á Nólsoyarfirði.

Hann legði frá bryggju nú seinnapartin.

Eyðfinn Lenvig, tøknileiðari hjá J&K, sigur at báturin, sum bar sítt íslendska navn Hrappur, tá ið hann kom til Føroya herfyri, nú eitur Ragnhild, og at hann væntandi fer at verða tikin í brúk síðst í hesari vikuni.

Ragnhild er nakað nýggjari enn Siri (hin grótbáturin, red), er bygdur í 1992 og fekk nýggjan motor beint fyri aldarskiftið. Tá báðir bátarnir verða settir í sigling, verður møguleiki at flyta heili 500 rúmmetrar av gróti um tíman. Nýggi báturin rúmar 330 rúmmetrar, sum er væl meira enn Siri, ið tekur 250 rúmmetrar. Nýggi báturin er styttri enn Siri, men væl breiðari.

Bátarnir báðir kunnu koyra nærum í tímadrift, við tað at siglingin aftur og fram tekur umleið hálvan tíma og lastingin hálvan tíma. Við tveimum bátum gerst arbeiðið hjá J&K Petersen úti á Glyvursnesi sostatt nógv meira effektivt, og roknað verður við at kunna flyta og dumpa umleið 500 rúmmetrar um tíman.

Tveir mans sigla við hvørjum av bátunum.