Rakel Helmsdal tilnevnd norðurlendsku barnabók-mentavirðislønina


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

05.04.2017 - 12:16

Mentan > List > Bókmentir

Barnabókin ”Hon, sum róði eftir ælaboganum” hjá Rakel Helmsdal er millum tær tilnevndu bøkurnar at fáa norðurlendsku barnabókavirðislønina í ár.

Í dag vórðu tilnevningarnar almannakunngjørdar, og føroyska valið fall á bókina hjá Rakel, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2014.

Hetta er ikki fyrsta ferð, at Rakel Helmsdal er tilnevnd hesa virðislønina. Í 2013, tá virðislønin varð latin á fyrsta sinni, var Rakel eisini millum tey tilnevndu. Men tað var sum ein av íslendsku tilnevningunum fyri eina av skrímslabókunum, sum hon skrivaði saman við tveimum íslendingum.

Hinar tilnevningarnar til barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár eru:

Danmark:
Hanne Kvist: ”Dyr med pels - og uden”, Gyldendal, 2016
Annette Herzog, Katrine Clante (ill) og Rasmus Bregnhøi (ill): ”Hjertestorm - Stormhjerte” Høst & Søn, 2016

Finnland:
Minna Lindeberg og Jenny Lucander: ”Vildare, värre, Smilodon”, Förlaget, 2016
Inka Nousiainen og Satu Kettunen (ill.): ”Yökirja”, Tammi, 2015

Ísland:
Hafsteinn Hafsteinsson: ”Enginn sá hundinn”, Mál og menning, 2016
Kristín Ragna Gunnarsdóttir: ”Úlfur og Edda: Dýrgripurinn”, Bókabeitan, 2016

Noreg:
Bjørn Ingvaldsen: ”Far din”, Gyldendal Norsk Forlag, 2016
Anders N. Kvammen: ”Ungdomsskolen", No Comprendo Press, 2016

Samiska máløkið:
Kirste Paltto: ”Luohtojávrri oainnáhusat (Opplevelsene ved Luohtojávri)”, Davvi Girji, 2016

Svøríki:
Ulf Stark og Linda Bondestam (ill.): ”Djur som ingen sett utom vi”, Förlaget Berghs, 2016
Elin Bengtsson: ”Ormbunkslandet”, Natur & Kultur, 2016

Norðurlendsku mentanarvirðislønirnar verða latnar 1. november í Finlandiahuset í Helsingfors í sambandi ársfund Norðurlandaráðsins.