Ranchus úr hoyggjhúsinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

18.05.2018 - 16:51

Mentan > Mentan > Tónleikur

Í dag gevur tónleikabólkurin Ranchus út nýggju útgávu sína "Live From The Barn". Talan er um eina 'live EP', ið varð upptikin 4.februar í einum hoyggjhúsi í Gøtu.

Upptøkurnar eru upprunaliga partur av "Recording Europe" verkætlanini hjá Kevin Galland og Ragnar Ólafsson. Teir báðir hava ferðast kring Føroyar og upptikið 1-2 sangir hjá nógvum ymsum føroyskum tónleikaranum. Akkurát hendan dagin gekk so væl, at avgerð varð tikin at geva út upptøkurnar sum EP.

Ranchus eru:
Sigmund á sang og gittar
Sjúrður Samuelsen á gittar
Ólavur á Skipagøtu á bass
Jónsvein Mikkelsen á trummum