(Mynd: EPA)

Rannsaka skrivstovurnar hjá Mossack-Fonseca

Ingi Samuelsen

13.04.2016 - 06:07

Tíðindi > Uttanlands - Búskapur

Myndugleikarnir í Panama hava rannsakað tað nú heimskenda sakføraravirki Mossack-Fonseca, sum spælir høvuðsleiklutin í málinum um sonevndu Panama-skjølini.

Mossack-Fonseca gjørdist gitið eftir stóra lekan av skjølum, sum vísir, hvussu felagið hevur hjálpt fólki úr øllum heiminum at stovna feløg, ið kunnu brúkast til at fjala peningaupphæddir fyri skattavaldinum.

Rannsóknin fór fram á høvuðsskrivstovuni hjá felagnum og í øðrum deildum, skrivar Ritzau.

Fríggjadagin varð deildin í miðamerikanska landinum El Salvador rannsakað. Mánadagin vóru tað skrivstovurnar í Peru. Felagið sýtur fyri at hava gjørt nakað ólógligt í síni skattaráðgeving. Harumframt heldur felagið, at teldusníkar hava stolið tey 11,5 milliónir dokumentini.

Fleiri miðlar í ymsum londum hava arbeitt saman við at gjøgnumganga tilfarið frá Mossack Fonseca, skrivar Ritzau.