Rannvá Carlsson vann gull

Ingi Samuelsen

03.07.2015 - 14:47

Ítróttur > Ítróttur > Badminton

Seinasta badmintonfinalan við føroyskari luttøku endaði við gulli til Føroyar. Rannvá Carlsson vann fyri løtu síðan ein tryggan 2-0 sigur í finaluni móti Cristen Marritt frá Isle of Man.

Settúrslitini vóru 21-11 og 21-15. Trygt gull til Føroyar.

Úrtøkan hjá Føroyum í glóðheitu badmintonhøllini gjørdist sostatt í einstaklingakappingini: Eitt gull, eitt silvur og tvey bronsuheiðursmerki umframt silvur í liðkappingini.