(Mynd: Scanpix)

Rappari vunnið Pulitzervirðisløn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

17.04.2018 - 09:21

Mentan > Mentan > Tónleikur

Kendrick Lamar hevur vunnið eina Pulitzervirðisløn fyri fløgu sína DAMN, og tað er fyrstu ferð, at ein rappari hevur vunnið tignarligu virðislønina.

Pulitzervirðislønin er ein amerikonsk journalistikk-, bókmenta- og tónleikavirðisløn, sum verður latin árliga.

Virðislønin varð fyrstu ferð latin í 1917 og varð stovnað av ungarska-amerikanska journalistinum og blaðútgevaranum Joseph Pulitzer. 

Á journalistiska økinum vunnu The New York Times og The Washington Post fyri granskandi arbeiðið um sambandið millum valkampagnuna hjá amerikanska forsetanum Donald Trump í 2016 og russiskar embætismenn, skrivar DR.

The New York Times fekk saman við miðlinum the New Yorker eisini Pulitzervirðislønina fyri besta public service í samband við greinar teirra um "MeToo" rørsluna, sum vóru kritiskar greinar um filmsframleiðaran Harvey Weinstein.