”Dreymar við Havið” á ferð í Evropa

Tíðindaskriv

26.02.2018 - 07:26

Mentan > List > Filmslist

Filmurin ”Dreymar við havið” eftir Sakaris Stórá fær nú danska biograf frumsýning í Empire Bio í Keypmannahavn. Sýningin verður týskvøldið 27. februar, og høvi verður at hitta leikstjóran og danska filmsliðið.

Filmurin verður eisini sýndur á ”Nordatlantiske Filmdage” á Norðuratlandsbryggjuni 4. marts. Fyrra sýningin er longu útseld, men atgongumerki kunnu keypast til eykasýningina.

Fleiri altjóða filmsstevnur eru á skránni komandi mánaðirnar, og verður filmurin sýndur í Malmö, Kristiansand, Minsk, Moskva, Bonn og Zlín.

”Dreymar við havið er framleiddur” av Ingun í Skrivarastovu, Katju Adomeit og Jón Hammer fyri Fish & Film í Føroyum og Adomeit Film i Danmark, í samstarv við Kameraudlejningen ApS, Mainstream ApS, Klippegangen ApS og Studio B v/ Mick Raaschou. Filmurin er stuðlaður av Mentamálaráðnum, Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs, Mentanargrunni Landsins, Filmworkshop/Copenhagen og Danmarks Radio v/Filmklubben. Filmurin er eisini stuðlaður av af Dansk-Færøsk Kulturfond, Sands Kommunu, Skopunar Kommunu, Skálavíkar Kommunu, Marine Harvest, P/F Njord, P/F Poul Michelsen, KT Húsinum, Bil Mini Taxa, Atlantic Airways, Okkara, Føroya Keypssamtøku, Hotel Føroyum, Klippfisk og Vinnuframa.