”Dreymar við Havið” kappast á altjóða filmsstevnu

Tíðindaskriv

21.09.2017 - 09:13

Mentan > List > Filmslist

Spælifilmurin eftir Sakarisi Stórá “Dreymar við havið” er boðin við í høvuðskappingina New Visions á Reykjavik International Film Festival saman við 13 filmum úr øllum heiminum. Filmstevnan verður 28. september til 8. oktober. Tað var í Reykjavík, at Sakaris Stórá fekk sítt fyrsta herðaklapp, tá hann í 2010 fekk talentprísin fyri fyrsta stuttfilm ”Passasjeren”.

”Dreymar við havið” er ein inniligur ungdómsfilmur um vinarlag og leitanina eftir samleika. Hetta er fyrsti spælifilmurin eftir Sakaris Stórá, ið áður hevur gjørt virðisløntu stuttfilmarnar ”Passasjeren”, ”Summarnátt” og ”Vetrarmorgun”.

Juliett Nattestad og Helena Heðinsdóttir hava høvuðsleiklutirnar í filminum, Marjun Syderbø Kjelnæs skrivaði leikritið, og filmurin er framleiddur av føroyska Fish& Film saman við danska Adomeit film.

Filmurin hevur fingið sera góð ummælið herheima, og er væl vitjaður í biografinum. Filmurin gongur í Havnar Bio.

Les ummælið: Dreymar við Havið: Eitt satt lítið meistaraverk