Fagnaður á Real Madrid-leikarum eftir 2-1 málið hjá Casemiro. Real fekk sett PSG uppá pláss yvir tvær uppgerðir. (Mynd: EPA)

Real Madrid sigraði í París - er víðari saman við Liverpool

Agnar Frederiksen

06.03.2018 - 21:56

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Real Madrid vann trygt samanlagt ímóti franska stórfelagnum PSG. Í kvøld vann Real Madrid 2-1 í franska høvuðstaðnum, og er harvið víðari til kvartfinalurnar. Í Liverpool endaði tað 0-0, og tað passaði heimaliðnum fínt, tí í fyrra dystinum vann Liverpool heili 5-0 á Porto.

PSG skuldi, uttan superstjørnuna Neymar, vinna inn 3-1 leiðsluna hjá Real frá dystinum á Bernabeu. Hendan uppgávan var ov trupul fyri liðið frá París. Fyrru hálvleikur á Parc Des Princes var málleysur, men tíðliga í 2.hálvleiki stútaði Cristiano Ronaldo bóltin flott í málið. Hetta var 12. málið í átta dystum hjá portugisisku superstjørnuni í Champons League. Brekkan hjá PSG gjørdust uppaftur tyngri um miðjan seinna hálvleik, tá italienski miðvallarin, Marco Veratti fekk seinna gula kortið. Edinson Cavani fekk tó eitt sindur av vón í, tá hann tjúgu minuttir fyri tíð javnaði. Men Real-liðið var ov sterkt, og við einum manni í yvirtali koyrdi teir samanlagda sigurin heim. Casemiro syrgdi, tíggju minuttir fyri tíð, fyri at Real eisini vann seinna dystin. 2-1 og 5-2 samanlagt, og vinnarin av kappingini tvey tey undafarnu árini er millum átta tey senastu átta. Hinvegin er tað eitt vónbrot fyri PSG, ið satsaði sera nógv áðrenn kappingina, at longu verða úti. Felagið fer eisini helst bót frá UEFA, tí heimaáskoðarnir skaptu trupuleikar við rómaraljósum, roykbumbum og øðrum.

Á Anfeild var Porto á einari ómøguligari uppgávu. Liverpool vísti seg frá sínari bestu síðu í Portugal fyri trimum vikum síðani, og vann 5-0. Í kvøld var speedarin ikki í botn hjá Jurgen Klopp og hansara monnum, og tað endaði málleyst. Hetta er ikki nakað, ið hendir ofta hjá Liverpool, men samanlagdi sigurin er sera tryggur. Liverpool fekk eisini spart leikarar sum Mohammed Salah og Virgil Van Dijk fram ímóti brakinum á Old Trafford leygardagin. Hetta er fyrstu ferð, at Liverpool er í einari Champions League-kvartfinalu síðani 2009. 

PSG - Real Madrid 1-2(2-5)

Liverpool - Porto 0-0(5-0)


Í morgin eru tveir dystir í Onglandi, har tað er nógvir spenningur í tí einu uppgerðini:

Tottenham - Juventus (2-2)

Manchester City -Basel (4-0)