Hópurin og venjaratoymi hjá Real Madrid fegnast eftir samanlagda 5-1 sigurin á Barcelona.(Mynd: Juan Medina/Reuters)

Real Madrid vann greitt Supercopa de España


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Agnar Frederiksen

17.08.2017 - 00:16

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Real Madrid vann í kvøld 2-0 á heimavølli í seinna dystinum ímóti Barcelona í Supercopa de España. Meistararnir vunnu 3-1 á útivølli í fyrra dystinum sunnukvøldið, og harvið vann kongafelagið úr Madrid trygt ímóti steyparavinnarunum og arvafíggjindanum úr Katelónia.

Real Madrid var uttan Cristiano Ronaldo, ið sat sín fyrsta út av fimm dystum uttanfyri. Leikbannið fekk hann í fyrra dystinum, tá hann fyrst fekk reytt kort, og síðani skumpaði dómarin, tí hann var ónøgdur við avgerðina. Umframt at portugisisku superstjørnan ikki var við, so byrjaðu Gareth Bale, Isco og Casemiro á bonkinum. Av hesum føstu leikarunum kom bert Casemiro inn. Barcelona spældi við trimum miðverjum í einari 5-3-2(3-5-2) leikskipan. Andrés Iniesta var ikki tøkur, og nýinkeypti miðvallarin Paulinho var heldur ikki við.

Real byrjaði sum eitt óløgi við høgum og aggresivum trýstið og við góðum spæli. Í 4. minutti skoraði Marco Asensio við einum framúr langskoti. Spanska stórtalentið skoraði til 3-1 við einum drønskoti á Camp Nou sunnukvøldið, men hetta málið var uppaftur betri. Real var greitt omaná, og tað var uppiborið at Karim Benzema økti til 2-0 góðar fimm minuttir fyri hálvleik. 

Seinni hálvleikur var málleysur, men tað var framvegis ein opin dystur, har bæði liðini høvdu góðar møguleikar at skora. Talan var um ein meira javnan 2. hálvleik. Barcelona skuldi hava fýra mál fyri at vinna samanlagt, so tað var ein sannførandi sigur fyri Real. Samanumtikið sær tað eisini út sum, at Real eru frammanfyri Barcelona í løtuni, og at katelónska felagið noyðist at styrkja seg og gerast betri, um meistaraheitið skal takast frá Real aftur.

Hesir Super Cup dystirnir, millum meistaraliðið og steypavinnaran frá undanfarna kappingarárið, eru upphiting til La Liga, ið byrjar aftur í vikuskiftinum.