Isco eftir hansara mál til 2-0.
(Mynd: theguardian.com)

Real Madrid vann Super Cup


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Agnar Frederiksen

08.08.2017 - 22:46

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Real Madrid vann í kvøld evropeisku Super Cup finaluna á Manchester United. Real Madrid vann 2-1 í Skopje eftir 1-0 leiðslu í hálvleikinum. 

Real var greitt omaná í fyrra hálvleiki, og miðskeiðis í hálvleikinum legði Casemiro spanska kongafelagið á odda. Real kom eisini betri inn til 2. hálvleik, og í 52. minutti økti Isco til 2-0 eftir eitt væl gjøgnumspælt álop. United kom betri inn í dystin eftir hetta, og Romelu Lukaku fekk eisini minka um munin. Men samanumtikið var sigurin hjá Real Madrid fult uppiborin, og spanska stórfelagið kann leggja enn eitt steyp afturat stóru samlingini.

Premier League byrjar nú í vikuskiftinum, meðan spanska La Liga byrjar vikuskifti eftir tað