Guti, sum í nógv ár hevur arbeitt sum ungdómsvenjari hjá Real Madrid, verður við á ráðstevnuni um barna- og ungdómsfótbólt, sum verður í Havn 2. og 3. mars (Mynd: www.fsf.fo)

Real Madrid-venjari á Føroyavitjan



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

14.02.2018 - 19:12

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Vikuskiftið 2. og 3. mars skipar Fótbóltssamband Føroya fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. Endamálið við ráðstevnuni er at geva teimum, ið fáast við barna- og ungdómsvenjingar úti í feløgunum, íblástur og høvið at hittast og práta um fótbólt.

Á skránni verða fyrilestrar, framløgu og venjingar, og umframt at sjálvur útbúgvingarstjórin hjá UEFA, Frank Ludolph verður við, fáa vit eisini vitjan av spaniólanum, Jesus Gutierrez, ella Guti, sum hann eisini verður nevndur.

Guti, ið hevur drúgvar royndir við fleiri av ungdómsliðunum hjá Real Madrid, og sum eisini hevur vant vanksnamannalið í Spania, kemur at luttaka við framløgum og praktiskum venjingum á Tórsvølli. Harafturat hevur Guti sína egnu fyritøku, har hann fæst við at undirvísa í fótbóltsvenjing, við serligum atliti til undirvísingarhættir hjá venjarum.

- Vit eru sjálvandi sera fegin um at hava fingið í lag avtalu við Guti, at hann kemur hendanvegn. Hann hevur vitjað í Føroyum áður, og hann gleðir seg at koma aftur, serliga til eitt slíkt tiltak, har tað vónandi verða nógvir venjarar ymsastaðni frá úr landinum.

(Heimasíðan hjá Fótbóltssambandi Føroya, fsf.fo)



beint nú