Jose Mourinho var venjari hjá Real Madrid frá 2010 til 2013. Har vann hann m.a. spanska meistaraheitið í 2012. Í kvøld stendur hann yvirfyri sínum gamla felgið sum United-venjari. Ígjøgnum sigurin í Evropa League førdi Mourinho United aft

Real og United dystast um Super Cup í kvøld



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

08.08.2017 - 13:41

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í kvøld verður árliga evropeiska Super Cup finalan leikt í makedónska høvuðstaðnum Skopje. Tað er Champions League vinnarin, Real Madrid, ið skal leika ímóti Europa League vinnaranum, Manchester United. 

Hetta er startskotið til enn eitt spennandi kappingarár í Evropa, og tað er also talan um tvey stórfeløg sum bresta saman. Real Madrid vann Super Cup í fjør í einum dramtiskum dysti ímóti Sevilla. Real vann 3-2 eftir longda leiktíð.

Spanska meistaraliðið er eisini favorittur at vinna í ár, men lagt er upp til ein spennandi dyst í kvøld. Heilt stóra stjørnan hjá Real Madrid, og fyrrverandi United-leikarin, Cristiano Ronaldo er tøkur til dystin, og spælir sín fyrsta dyst í uppstartinum til hetta kappingarárið.

Finalan í Uefa Super Cup byrjar kl.19.45.