Mynd: EPA

Real tekur ímóti Bayern í kvøld

Jens Hákun Leo

18.04.2017 - 13:30

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tvær fjórðingsfinalur verða leiktar í Champions League í kvøld.

Talan er um seinru fjórðingsfinalurnar ímillum Real Madrid-Bayern München og Leicester City-Atletico Madrid.

Real Madrid og Atletico Madrid hava, sum nú er, annað beinið í hálvfinalunum.

Í teim fyrru dystunum í síðstu viku vann Real 2-1 á útivølli ímóti Bayern, meðan Atletico Madrid í sínum lag vann 1-0 á Leicester City á heimavølli í spanska høvuðsstaðnum.

Dystirnir í kvøld verða settir í gongd kl. 19.45

Í annaðkvøld standa tvær tær síðstu fjórðingsfinalurnar á skránni: FC Barcelona-Juventus (0-3) og AS Monaco-Borussia Dortmund (3-2).