Rebekka: Silvur og met í 800 metra renning

Ingi Samuelsen

03.07.2015 - 12:56

Ítróttur > Ítróttur > Frælsur ítróttur

Rebekka setti nýtt føroyskt met, tá hon í morgun vann silvur í 800 metra finaluni fyri kvinnur. Hon var bert seks hundraðpartar av einum sekundi frá gullinum.

Rachel Franklin av Manoy fekk akkurát nøsina fram um Rebekku og vann í tíðini 2:12,71, meðan tíðin hjá Rebekku Fuglø var 2:12,77. Sambært heimasíðuni hjá frælsa ítróttinum er føroyska metið hjá Rebekku 2:13,61, so henda tíðin er nýtt føroyskt met.

Nummar trý í 800 metra finaluni var Nathalie Whitty av Guernsey við 2:13,13.