(myndir: Ingi Samuelsen)

Regattan í tungum andróðri

Ingi Samuelsen

16.08.2014 - 02:58

Tíðindi > Mentan > Stevnur & festivalar

Tað rak so hart ímóti, tá teir nógvu bátarnir í regattuni í Sundalagnum skuldi um streymin í kvøld, at fleir máttu geva upp og bíða eftir at streymurin slakaði.

Um hálvgum sjey tíðina kom riðilin av bátum, størri og smærri, at brúnni. Tey máttmiklu førini høvdu ikki trupulleikar at finna á mótstreyminum, men verri gekk hjá fleiri av teimum, ið ikki høvdu so nógvar hestar í motorinum.

Eitt nú hjá 10-mannafarinum Orminum Langa, sum gjørdi eina ærliga roynd at rógva upp ímóti streyminum, men tey máttu gevast langt áðrenn tey vóru í námind av brúnni.

Ístaðin gjørdu tey ikki mætari enn at hála bátin upp á land og bera hann tvørtur undir brúnna.

Regattan byrjaði á Eiði klokkan 17 seinnapartin. Mett var, at okkurt um 100 bátar vóru við í fylginum, sum legði leiðina suður eftir móti Hósvík, har hósvíkingar tóku ímóti við súpan til bátafólkini. Seinni verður dansur í bygdarhúsinum.

Í morgin leggja bátarnir so leiðina suður gjøgnum Tangafjørð og út til Nólsoyar, har ovastevna er.