Nú havi eg rokkið teim 340 fjøllunum. So kanska er túrurin komin til teir vøkru dalar okkara, sigur 64 ára gamli Regin Ellingsgaard

Regin á hvørjum fjalli: - Eg vildi ikki prógva nakað



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Snorri Brend

30.12.2013 - 19:06

Tíðindi > Mentan > Frítíðarítriv

GONGUTÚRAR: - Jú, tað er nakað serligt at ganga niðan á ein fjallatopp. Og nú havi eg so rokkið øllum teimum 340 toppunum í ár.

Hugurin at koma niðan á fjallatindarnar í Føroyum er øktur nógv hesi seinnu árini. Fleiri fólk hava sett sær sum mál at røkka øllum teimum 340 toppunum, og nú undan jólum, kundi staðfestast, at fleiri teirra hava rokkið hesum máli.

Ein teirra er 64 ára gamli Regin Ellingsgaard úr Svínáum, sum henda dagin – 21. desember – rakk stóra máli sínum at ganga øll 340 skrásettu fjøllini í ár.

Hetta gjørdi hann saman við útvarpsmanninum, Tórður Mikkelsen, sum gjørdi samrøðu við hana á túrinum, og sum varð send nú um jólini.

- Eg vildi ikki prógva nakað sum so – uttan tað at tað er sunt at røra seg. Og sjálvandi tað, at eg eisini kundi røkka einum fjallatoppi, hóast eg gangi við eini insulin-pumpu, sigur Regin, sum hevur havt sukursjúku í samfull 28 ár.


EITT STÓRT MÁL

Regin Ellingsgaard er eiðismaður, men býr nú í Svínáum. Hann var lærari í nógv ár, og síðani var hann KT-leiðari í skúlaverkinum.

Fyri einum ári síðani fór hann frá við eftirløn, men tað forðaði honum kortini ikki í at seta sær eitt stórt mál: At ganga øll fjøllini í Føroyum.

Ein forðing í so máta kundi verið heilsustøða hansara, tí ein veruleiki er at hann hevur havt insulinkrevjandi diabetes ella sukursjúkuna í 28 ár. Tí hevur hann altíð diabetes-pumpuna og tað sum hartil hoyrir, tá hann fer í fjøllini. Og hesa útgerðina hevði hann eisini við sær í fjøllini á ársins stytsta degi.

Leygarkvøldið 21. desember var Regin Ellingsgaard ein av sjey, sum fingu skreytblað á samkomu hjá Fjallatúrum, ið er felagsskapurin hjá teimum við áhuga fyroi føroysku fjøllunum. Hetta hendi eftir tann árliga túrin á stytsta degi, sum hesaferð var suðuri á Nakkinum í Kunoy.

Við á hesum túrinum vóru um hálvthundrað fólk, sum øll hava sama áhugamál sum hann. Tey hava ikki bert sama áhugamál, tí millum tey var somuleiðis breið semja er um, at Regin Ellingsgaard er ein stór fyrimynd í fjallabólkinum.

Nøkur skoðsmál vóru, at hann hevur stóra vitan um nógv evni. Hann hevur stóran áhuga fyri bæði vøkstri, jarðfrøði og staðarnøvnum, og hann fær mangan spurningin frá hinum sum eru við í einum fjallahópi.

- Eg gangi ofta saman við øðrum, og tað dámar mær væl. Men viðhvørt fari eg einsamallur til fjals, sigur Regin.


GPS'ARI

Regin setti sær sum mál at røkka teimum 340 toppunum í ár. Og tað megnaði hann longu í november.

Fyrr í ár hevði Regin verið á øllum 340 fjøllunum í Føroyum, sum var málið. Men so setti Regin sær eitt nýtt mál. Hann vildi koma niðan á øll fjøllini í ár, og sunnudagin 10. november var hann uppi á Urðarfjalli, sum var tað seinasta av teimum 340 fjøllunum í ár.

Regin er fult greiður um, at ein krevur altíð at tryggja seg, tá ein fer slíkar túrar í fjøllini, bæði tá hann gongur sjálvur ella saman við øðrum.

Umframt insulin-pumpuna, hevur hann altíð ein GPS'ara við sær.

- Hetta gevur mær altíð eina ávísa trygd. Og tað er eingin ivi fyri mær, at fimti hvør túrur hevði ikki verið gjørdur, uttan henda gps'aran, greiðir Regin frá.


GANGA SEG FASTAN

At tað veruliga hevur sín týdning at hava gps'aran við, prógvar ein hending í Vágum í vár.

Regin var farin niðan á ein tind, men veðrið var ikki við honum. Tað byrjaði við vátaslettingini og løtu seinni var hann umgirdur í kavaroki, sum bara versnaði og versnaði.

Hann hevði gps'aran frammi, og setti kósina omanaftur, men varð noyddur at goyma hann burtur eina løtu, tí tað var so váttligt.

- Eg sá ikki fram um nøsina. Og tá eg so tók hann fram einar 10 til 15 minuttir seinni, sá eg at eg hevði bara gingið í ring.

- Uttan gps'aran hevði ikki altíð verið eins lætt. Eg skilji uppá ein máta, at ein í gomlum døgum kundi ganga seg fastan. Men eg hevði so ikki farið nakran túr, uttan mín kæra gps'ara, sigur Regin avgjørdur.


EINGI ÓRÁÐ

Hóast tað krevur sín mann at koma niðan á fjøllini, sum kunnu vera bæði brøtt og høg, so hevur tað ikki forðað Regini í at fremja bragd sítt.

- Eg haldi nú ikki sjálvur, at eg eri serliga djarvur. Men ansar ein eftir, so ber tað saktans til, sigur Regin Ellingsgaard.

Ein av teimum brattastu oyggjunum er Kalsoyggin. Har krevur ein at vera serliga ansin:

- Eg var á einum fjalli á Kalsoynni, og skuldi framvið einum staði. Eg sá tá ein seyð fara undan mær, og hugsaði at hetta mundi eg eisini klára. Eg helt tí aftaná seyðinum.

- Men tað bleiv bara brattari og brattari, og á einum staði var alt lopið vekk. Tá mátti eg venda aftur. Tað er eingin orsøk at taka sær óráð fyri, slær Regin fast.


FJALLABØNIN

Við sær á fjallatúrum sínum hevur hann altíð eitt ørindi, sum Steingrím Niclasen hevur skrivað í einum týddu sálmum sínum.

Ørindið úr sálmi nr. 368 í Sálmabókini er soljóðandi:


Okkum hjálp á mjáum rásum,

styðja oss, á ups og ásum,

deyðmøtt hjarta ger tú stilt!

Væl á slýgróti oss varða,

ugga, tá vit stúrin stara,

tú, sum hjálpa kanst og vilt.


- Hetta er mín fjallabøn, sigur Regin Ellingsgaard.


HOYR SENDINGINA:

Samrøðan "Á øllum fjøllum við insulinpumpu", sum Tórður Mikkelsen, tíðindamaður hevði við Regin Ellingagaard kann hoyrast her:

http://kvf.fo/netvarp/uv/2013/12/27/llum-fjllum-vi-insulinpumpu