Regin Guttesen hjálpir jarðskjálvtaraktum

Ingi Samuelsen

08.02.2017 - 12:42

Tíðindi > Hjálpararbeiði

Yndisligir klavertónar hjá føroyinginum Regin Guttesen verða nú brúktir í eini kampanju til tess at stuðla teimum, ið vórðu rakt av ógvusligum jarðskjálvtum og skalvalopum í Miðitalia.

Tað er ein felagsskapur, ið kallar seg IM (Italian Ministries), sum stendur fyri herferðini, ið verður rópt Unshaken Hope. IM er eitt samstarv millum fleiri kristnar felagsskapir og átøk, sum samstarva um alt Italia til frama fyri neyðhjálp og kristnum virksemi annars.

Eitt videolag hjá Regini Guttesen, sum arbeiðir við kristniboðan í Italia, verður nú brúkt í stuðulsherferðini, millum annað á sosialu miðlunum.

Regin greiðir soleiðis frá:

- Tað var so, at IM vendi sær til mín, og spurdi um loyvi at brúka mín tónleik til Unshaken Hope, sum átakið eitur. Hetta játtaði eg sjálvandi beinanvegin. Stórur partur av okkara arbeiði her í Italia, er at hjálpa fátækum, immigrantum og øðrum fólki í neyð. So hetta passaði væl til okkara hjartamál. Tað, sum verður innsavnað, fer óskert til hjálpararbeiðið á staðnum, har herviligu jarðskjálvtarnir hava herjað seinastu seks mánaðirnir.

Talan er um lagið Aspettando – Bíðandi – sum er endalagið á útgávuni Momento, sum Regin Guttesen gav út nakað fyri jól í fjør.

Unshaken Hope á Facebook

Tiltakið kann stuðlast umvegis PayPal: https://goo.gl/cic8Ox

Ella við Bankaflyting:
UniCredit Banca
IBAN: IT11J0200837070000010752465
BIC/SWIFT: UNCRITM1NU4