Mynd: Regin Winther Poulsen

Regin Winther Poulsen lesur í Jordan: Tú finnur ikki menn á kamelbaki



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

17.06.2018 - 20:45

Tíðindi >

Í nýggja Ó-blaðnum er samrøða við Regin Winther Poulsen, bachelor í søgufrøði úr Háskúla Íslands, ið lesur Jordan.

Tað eru mong, sum síggja søgu sum eitt turt, óviðkomandi og keðiligt skúlafak, sum bara skal standast, og ongantíð frægari, um tú sleppur undan eini roynd í søgu. Nógv vita púra einfalt ikki, hvat tey skulu brúka søgulæru til, og megna ikki at rættvísgera søgufrøði sum annað enn akademiskt nørdarí. Regin afturvísur hesi fatan, og tað so dyggiliga.

- Tað løgna í Føroym er, at altíð skal alt rættvísgerast, vigast og mátast í krónum og oyrum og altíð útfrá tí, sum onkur annar longu hevur gjørt. Í Føroyum skal tú rættvísgera tað út frá makreli. So skjótt vit bert viðurkenna tær útbúgvingar, okkum tørvar her og nú, so, ja; fyri tað fyrsta fara fólk at venda samfelaginum bakið, og fyri tað næsta fer tað at steðga allari nýhugsan, allari menning. At læra um onnur, og hvussu tey hava gjørt, kann bara gera okkum ríkari, sama um vit gera tað upp í makreli ella bókmentum.

Jordan er ikki fólkaræði, men eitt demokrati’ish við avmarkingum. Mentanarliga er Jordan, ið liggur ímillum Ísreal, Palestina, Sýria, Irak og Sauda Arábia, islamskt, og flestu jordanar sunni muslimar. Hóast rokasligu grannarnar er Jordan friðarligt, við “bert” tveimum yvirgangsálopum seinastu tjúgu árini.

- Eg má endurtaka tað, at fólkini her eru ordliga fitt, opin og hjálpsom. Eg havi ikki verið úti fyri nøkrum ófrættakendum.

Í vesturheiminum eru nógvir fordómar móti Miðeystri, og hvussu tey liva. Regin viðmerkir tó:

- Eg vil viðmæla fólki at fara til Miðeysturs - men um tú kemur her fyri at finna menn á kamelbaki, so verður tú skuffaður.

Greinin er løgd út á Portalin í samstarvi við Ó. Les alla greinina í nýggja Ó-blaðnum.