Regn alt vikuskiftið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

13.01.2018 - 11:20

Tíðindi > Veðrið

Veðurvánirnar fyri vikuskiftið eru ikki góðar. Tær vísa, at tað fer at regna illa bæði í dag og í morgin. Tað verður eisini nakað av vindi, skrivar Hanus Kjølbro, veðurfrøðingur, á heimasíðuni hjá Norðlýsinum.

Hann skrivar, at tað helst fer at regna í allan dag. Vindurin minkar spakuliga í dag, men klokkan seks í morginárini veksur hann aftur upp í 18 til 23 m/s. Fyrrapartin í morgin veksur hann upp í 20 til 25 m/s eina løtu, og tá fer at regna illa.
Seinnapartin í morgin slítur í og vindurin minkar eisini.