Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Reiðarin á Ennibergi: Slík tól lætta um arbeiðsgongdina

Oda Strøm

19.03.2018 - 14:22

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Enniberg hevur havt vakmyndatól á dekkinum síðani skipið kom fyri 28 árum síðani, sigur Kaj Johannesen, reiðari á Ennibergi, við Kringvarpið í dag.

- Bara skiparin og stýrimenn síggja upptøkurnar, og tær verða ikki goymdar.

Tað var í gjár, at ein dulnevndur persónur sendi Føroya Fiskimannafelag, Fiskimálaráðnum og føroysku fjølmiðlunum bræv um, at vakmyndatól vóru sett upp á flakatrolaranum Énniberg, uttan at manningin hevði fingið kunning um hetta áðrenn.

- Tá manningin mynstraði umborð á Enniberg 24. januar 2018 vóru vakmyndatól sett upp ymsastaðni á fabrikkini, harímillum uppiyvir skráskerarunum, uppiyvir reinskerðingarborðunum og uppiyvir pakkiborðinum. Hetta hendir, uttan at manningin hevur fingið nakað at vita frammundan, og uttan at nøkur kunning er uppi um hví, og um hvør hevur atgongd til myndirnar, skrivaði tann dulnevndi í brævinum í gjár.

Eingin má seta upp og tendra vakmyndatól uttan fyrst at boða Dátueftirlitinum frá. Kaj Johannesen sigur við Kringvarpið, at hava tey í reiðarínum gjørt ein fótfeil, so verður hann rættaður.

- Tað var eftir áheitan frá arbeiðsformonnum á Ennibergi, at vakmyndatól vórðu sett upp í verksmiðjuni. Slík tól lætta nógv um arbeiðsgongdina.

Tað er tó ikki loyvt uttan víðari, og tí boðaði Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, frá, at hann í morgun hevur skrivað til Dátueftirlitið og biðið um, at vakmyndatólini verða tikin niður, áðrenn Enniberg fer nýggjan túr í morgin. Mortan Johannesen hevur tó sagt í viðmerking til Vágaportalin, at neyðugu loyvini eru við at koma uppá pláss, so spurningurin er, um vakmyndatólini verða tikin niður ella ei.

Les eisini: Vakmyndatól: Manningin á Ennibergi undir eftirliti