Mynd: Ann Kristin Andreassen, Karmøynytt

Reiðarin: - Vit harmast deyðsfallið

Snorri Brend

20.10.2014 - 18:53

Tíðindi >

Tað kom óvart á mong, tá tað frættist at ein tollari var deyður umborð á einum føroyskum farmaskipi, sum lá í norskari havn.

Sagt varð, at skipið er føroyskt og tað kundi navnið eisini bent á – Heidi.

Ein veruleiki er, at skipið er skrásett í Havn undir FAS-skipanini, men reiðarí'ið sjálvt er heimahoyrandi í Kopervik í Rogalandi.

Tað var eisini á hesum staði, og í nánd av skrivstovuni hjá reiðarí'num at Heidi lá við bryggu, tá syrgiliga vanlukkan hendi umborð.

Manningin telur russarar og fólk aðrastaðni frá. Sovítt tað er vorðið upplýst, er eingin føroyingur við skipinum beint nú. Men føroyingar hava áður verið knýttir at skipinum, skilst.


KANNAST
Portalurin hevur fylgt málinum í morgun, og er tað seinasta nýggja, at líkið av deyða tollaranum verður obduserað í morgin.

Í stuttari viðmerking við Portalin sigur reiðarin á Heidi – Torbjørn Storesletten – at hann harmast støðuna.

Tað er reiðarí'ið Storesletten sum eigur skipið, men reiðarin vil ikki siga so nógv, nú málið um deyða tollaran verður kannað.

- Eg vil ikki siga so nógv annað enn at vit harmast vegna tollaran, familjuna og starvsfelagar hansara, sigur Torbjørn Storesletten.

Heidi liggur framvegis við bryggju í Kopervik, og verður væntandi liggjandi her til í morgin.