Reint mál í tveimum dystum – góð kensla

Ingi Samuelsen

09.10.2016 - 12:25

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

- Tað er ein rættiliga óvanlig kensla hjá mær at vit hava megnað at halda nullið í tveimum undankappingardystum. Tað kennist væl.

Soleiðis sigur Gunnar Nielsen, føroyskur landsliðsmálverji, nú tað nærum er vorðin ein altjóða søga, at føroyska landsliðið ikki bara liggur framman fyri Portugal í HM-undankappingini, men eisini hevur megnað at halda egið mál reint. Tað var ikki vanligt.

Men Gunnar Nielsen tekur ikki sjálvur æruna fyri hesa óvanligu støðuna.

- Satt at siga, havi eg bara havt eina ”ordiliga” bjarging í hesum báðum dystunum, tað var tann seint í dystinum móti Ungarn. Eg havi í veruleikanum havt nakrar lættar dystir í málinum, sigur Gunnar.

Í hesum liggur stórt rós til spælararnar framman fyri honum á vøllinum. Spurdur um hvat broytingin er á føroyska liðnum nú í mun til fyri nøkrum árum síðani, sigur Gunnar Nielsen:

- Tað er komin ein onnur trúgv upp á egnan mátt inn í liðið. Vit tora at spæla bóltin. Tora at halda bóltinum og ikki bara gúppa hann so langt burtur sum møguligt. Hetta ger, at vit ikki longur eru komin undir tað trýstið, sum vit onkuntíð fyrr hava upplivað, sigur Gunnar Nielsen.

Til seinastu undankapping hevði Føroyar latið fimm mál inn í egið net eftir tveir teir fyrstu dystirnar, 1-3 heima móti Finnlandi og 0-2 úti móti Norðurírlandi.

Fyri fýra árum síðan lótu vit eisini fimm mál inn í teimum báðum fyrstu dystunum: 0-3 úti móti Týsklandi og 1-2 heima móti Svøríki.