- Reinur óndskapur

Sverri Egholm

02.10.2017 - 17:09

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Donald Trump hevur hildið røðu fyri amerikanska fólkinum í dag eftir hendingina í Las Vegas í gjárkvøldið.

- Vit eru savnað í sorg og skelki, segði hann millum annað.

Gerningsmaðurin er 64 ára gamli Stephen Paddock, sum av 32. hædd á einum hotelli, fór at skjóta oman yvir eina mannabúgvu, sum var til countrykonsert. Í minsta lagið 50 fólk doyðu av skotunum og fleiri enn 400 eru særd.

- Brutalt myrdi hann 50 fólk og særdi fleiri enn hundrað fólk. Hetta var ein gerð í reinum óndskapi, segði Donald Trump.

Løgreglan fann gerningsmannin deyðan á hotellkamarinum eftir skottilburðin. Hann hevði gjørt av við seg aftaná hendingina. Í rúminum hevði hann 10 skjótivápn, skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.

Mikudagin vitjar forsetin Las Vegas og fer at hitta bjargingarfólkini, sum vóru fyrst á staðnum eftir hendingina og avvarðandi familjunum.