(Mynd: dr)

Rekir upp syrgiliga mannalagnu í Føroyum

Ingi Samuelsen

10.02.2016 - 09:30

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Almannaverk og sosiala økið

Mánakvøldið var ein øðrvísi dokumentarsending send í Danmarks Radio.

Sendingin er um danska rithøvundan Erik Valeur, sum roynir at fáa greiðu á sínum allar fyrstu árum sum barn á pinkubarnadeildini á Skodsborg Spædbørnehjem – eitt barnaheim, ið tók sær av børnum, ið vóru tikin frá mammunum beint eftir føðing.

Sjálvur ber Erik Veleur stóra sorg av at verða svikin sum barn, og hevur borið upp á hesa byrðu í seksti ár.

Í 2011 skrivaði hann eina nógv rósta skaldsøgu, ”Det syvende barn”, har hann roynir at lýsa lívið, sum hann ímyndar sær tað á Elefantstuen, har sjey smábørn lógu í myrkri uttan stórvegis umsorgan frá vaksnum.

Síðan hevur hann gingið við til at gera ein dokumentar har hann greiðir frá síni lagnu, men har hann eisini leitar upp børn, sum fingu somu lagnu sum hann.

Ein teirra var Ole, sum Erik var nógv saman við tey bæði fyrstu árini í lívinum. Erik hevur leingi vitað, at Ole fann eina familju í Føroyum, sum adopteraði hann.

Í sendingini leitar Erik Valeur so til Føroya fyri at finna lagnufelagan. Tað førir hann til Nólsoyar. Hann finnur ikki ”Ole” á lívi, men fær lagnutungu søguna um, hvussu hann gjørdi av við seg.

Tú kanst síggja fyrra part av ”Erik og børnene fra spædstuen” á heimasíðuni hjá Danmarks Radio. Annar partur verður sendur mánadagin.