Remee: - Ovfarin at tað blivu hesi fimm

Sverri Egholm

20.01.2018 - 22:10

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Ársins X Factor koyrir við fullari ferð og aftur í ár eru føroyingar við í sendingini.

Í gjár var Olivur Bech Andreasen við í sonevndu Five Chair Challenge, og Remee dámdi hann so mikið væl, at hann fekk ein stól, og slapp at vera sitandi restina av sendingini.

Men hann kundi líka so væl verið sendur heim.

- Eg eri ovfarin at tað blivu hesi fimm. Tað er so nógv sum spælir inn, men í síðsta enda var tað eitt høgt tekniskt støðið hjá fleiri av teimum, sum eg ikki kundi lata fara framvið, sigur Remee, sum seinastu trý árini hevur vunnið X Factor við sínum luttakarum.

Hann sigur við dr.dk, at hann angrar at hann mátti siga forvæl við Lauru eftir at hava giviðhenni ein stól. Men tað vóru bara fimm stólar sigur ein harmur Remee.

“Årets færing”, sum Remee kallaði hann, Olivur Bech Andreasen, sang “The Gambler” hjá Kenny Rogers, og tað var sera væl móttikið av áhoyrarunum og dómarunum.

So væl, at hann var millum tey fimm, sum sótu eftir tá sendingin var av. Olivur sang seg harvið víðari til næsta umfar, sum verður bootcamp. Men áðrenn tað kemur hartil, so skulu bólkarnir og tey undir 23 royna seg í Five Chair Challenge.

Les eisini: Video: Her sæst øll upptøkuroyndin hjá Olivuri

Les eisini: Olivur: - Væntaði at verða skiftur út

Les eisini: Blachman um Olivur: - Halt kjaft, tú ert góður