Remy Gaardlykke

Remy og Lýdia FM-vinnarar 2018



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

15.04.2018 - 11:35

Tíðindi >

FM í darti var í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í gjár. Hans Eivind Olsen, formaður í Dartsambandi Føroya, sigur, at dagurin gekk væl. Byrjað varð klokkan 11:00 við tvímansleiki, har 29 pør luttóku. Spælt var til semifinalurnar, og síðani varð byrjað upp á einmansleik. 32 menn og átta kvinnur, sum hava kvalifiserað seg, vóru við í einmansleikinum. Har bleiv spælt bólkaspæl og síðani cup. 

Í aðrari semifinaluni í einmansleiki hjá kvinnum leiktu Elisabeth Nicolajsen, Team Sandoy og Joan Edvør Thomassen, Vága Dartfelag. Í hinari semifinaluni leiktu Annika Joensen, Team Sandoy, og Lýdia á Smið, Kaldbaks Dartfelag. Elisabeth og Lýdia komu í finaluna, og Lýdia á Smið gjørdist FM-vinnari hjá kvinnum.

Í aðrari semifinaluni í tvímansleiki hjá monnum leiktu Remy Gaardlykke og Petur Thomsen, D16, ímóti Hera Kallsoy og Hans Eivind Olsen, Team Sandoy, og har vunnu Remy og Petur, D16. Í hinari semifinaluni leiktu Jan Mcintosh og Uni Árting, Havnar Dartfelag, móti Esmari Mikkelsen og Ólavi Ellingsgaard, Pílar og Skot, og har vunnu Jan og Uni. Finalan í tvímansleiki var sostatt millum Remy og Petur, D16 og Jan og Una, Havnar Dartfelag, og har vunnu Jan og Uni.

Í aðrari semifinaluni í einmansleiki leiktu Remy Gaardlykke, D16, og Martin Heldarsskarð, Klaksvíkar Dartfelag, og har vann Remy. Í hinari semifinaluni í einmansleiki hjá monnum leiktu Jan Mcintosh, Vága Dartfelag, og Jan Erik Fjallstein, Vága Dartfelag, og har vann Jan, Havnar Dartfelag.

Finalan var sostatt millum Remy Gaardlykke og Jan Mcintosh, og tað var Remy, sum fór avstað við føroyameistaraheitinum í einmansleiki hjá monnum.

Hans Eivind Olsen sigur, at tiltakið var væl eydnað, fitt av áskoðarum vóru komnir at hyggja, og at hølini í Mentanarhúsinum í Fuglafirði eru sera væl egnað til endamálið.