René Dif gevur føroyskum vini heiðurin fyri viðburð



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.10.2017 - 10:41

Mentan > Tónleikur > Rútmiskur tónleikur

René Dif er kendur sum tann skalluti rapparin frá tí einaferð so vælumtókta danska poppbólkinum Aqua.

Fleiri ár eftir at Aqua gavst er René Dif nú frammi á danska tónleikapallinum aftur, hesaferð sum sangari.

René Dif var gestur í sendingini Aftenshowet hjá DR í gjár, og her greiddi hann frá, at tað ongantíð lá í kortunum, at hann skuldi gerast sangari, og so at syngja á donskum.

Men hann fekk eitt skump frá føroyska vini sínum, Kristoffur Mørkøre, ið framleiðir tónleikin hjá René Dif.

Tað var fyrr í ár, at Rene Dif hevði fingið eina uppgávu at gera ein stuðulssang til ein felagsskap, ið eitur Headspace, og sum arbeiðir við rótleysum børnum. Tað var sjálvasti fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, ið gav Rene uppgávuna. Poul Nyrup er eisini við á sjónbandalagnum, ið sæst her omanfyri.

René kom til Føroyar at arbeiða við sanginum saman við Kristoffuri Mørkøre, og ætlanin var at syngja hann á enskum. Men tá var tað, at Kristoffur heitti á René um at syngja sangin á donskum – nakað, ið hann als ikki hevði havt í tonkunum.

Í sendingini í gjárkvøldið greiddi René Dif frá, at hetta var ein kúvending í hansara lívsleið sum tónleikari.

Sangurin Vinterbarn var ógvuliga væl móttikin.

Í gjár leyslat René Dif so enn eitt staklag, eisini sungið á donskum, og eisini tað tykist at vera væl móttikið í Danmark, sambært Aftenshowet.

Nýggja lagið eitur Barrikaderne, og kann síggjast á eitt ný Spotify. Samrøðan við René Dif á DR sæst her.