Mynd: Ó-blaðið nr. 7

René Shaki: Ikki altíð so ljósareytt



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

12.06.2018 - 21:33

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í nýggja Ó-blaðnum, ið er komið á gøtuna, er ein longri samrøða við 25 ára gamla havnarmannin og landsliðsleikaran, René Shaki Joensen, ið hevur roynt eitt sindur av hvørjum í síni stuttu leið sum yrkisfótbóltsleikari. 

Sum blaðungur endaði hann hjá danska stórfelagnum, Brøndby IF, men tað gekk ikki eftir vild. Hann koma aftur til Føroyar at venda, endaði aftur í Danmark, áðrenn hann umsíðir flutti til íslendska felagið Grindavík. Í blaðnum sigur René Shaki Joensen, at sjálvt um lívið sum yrkisleikari er gott, er tað ikki altíð so ljósareytt sum fólk halda

- Um eg bleiv spurdur í dag, hvat tað er, sum ein skal hava mest fokus á uttanlands, og hvat
tað er, sum er tann harðasti parturin, hevði eg sagt, at 95% er mentalt. Eg havi havt nakrar ræðuliga harðar periodur í mínari fótbóltskarrieru. Tá tú spælir í einum stórum felagi, verður tú góðtikin alt eftir, hvussu góður tú ert. 

- Í góðu tíðarskeiðunum var eg vældámdur; alt var, sum tað skuldi. Men tá eg hevði skaðar ella vánaligar venjingar, var tað hart psykiskt, tá kanska onkur spælari spottaði meg út ella flenti at mær osfr.

Les alla samrøðuna í nýggja Ó-blaðnum, ið fæst kring landið.

Greinin er gjørd í samstarvi millum Ó og Portalin.