Rennikapping á Ovastevnu

Tíðindaskriv

13.08.2015 - 09:15

Ítróttur > Ítróttur > Renning

Fríggjakvøldið verður skipað fyri rennikapping í Nólsoy í sambandi við ovastevnuna.

Kappingin er á trimum teinum. Børnini upp til 7 ár renna 400, meðan børn 8-10 og 11-13 ár renna 800 metrar inni í bygdini, sum er ávíkavist ein og tvær rundur frá træbrúnni, heim á keiðina og aftur út á Træbrúgv, har málið er.

Vaksin og børn 14-17 renna av Træbrúgv og niðan á Oyggjarmúla. Fyri vaksin verður kappast í opnum bólki, umframt veteranar (45-54 ár) og superveteranar (55 ár og eldri). Teinurin er umleið 1555 metrar.

Træbrúgvin liggu við sjóvarmálan, meðan Oyggjarmúli er í umleið 140 metra hædd yvir havinum. Hesin teinurin var nógv nýttur í sambandi við venjing til kappróður tá nólsoyingar gjørdu seg galdandi innan hesa ítróttargrein í áttatiárunum.