Renning: Alda í mótvindi

Ingi Samuelsen

26.06.2017 - 10:26

Ítróttur > Ítróttur > Frælsur ítróttur

Bert ein føroyingur hevur roynt seg á rennibreytini í morgun. Tað er 19 ára gamla Alda Sigurðsdóttir Lamhauge, sum hevði runnið seg í semifinalurnar í stytsta teininum av øllum, 100 metra renningini.

Alda kom í semifinaluna við 10. bestu tíðini frá innleiðandi kappingunum, og hon helt plássið við at renna teinin í tíðini 13,63 í nógvum mótvindi.

Besta tíðin var 12,61 og tað vóru bert tvær, ið megnaðu at renna undir 13 sekundum í vindinum í dag.

Seinnapartin verður størri spenningur á rennivøllinum. Klokkan 16 føroyska tíð fer Marna Vatnsdal Egholm at renna 10.000 metra renning, og klokkan 17.50 fer Jan Elmar Sørensen at renna 3.000 metra forðarenning.