Renning: Enn ein bronsa til Marnu

Ingi Samuelsen

03.07.2015 - 12:29

Ítróttur > Ítróttur > Renning

Trý heiðursmerki í renning má avgjørt vera góðtikið, hóast einki var úr gulli.

Í dag tryggja Marna Egholm sær sjálvum og Føroyum sítt triðja heiðursmerki. Hesaferð í kappingini 5000 metra renning. Hon fekk triðjapláss í tíðini 17:44,45 minuttir.

Marna lukkaðist ongantíð at vera við í oddastríðnum í renningini í dag. Hon lá tað mesta av tíðini á einum fjórða plássi, með fáa umgangir fyri mál, vann hon sær upp á triðja pláss, men hevði ikki møguleika fyri at koma longur upp, til tað vóru Katie Bristow úr Hetlandi og Sarah Mercier av Guernsey, sum fingu ávikavist silvur og gull, ov langt frammanfyri.

Oyggjaleikirnir hjá Marnu byrjaðu við einum miseydnaðum hálvmarathoni, har hon fekk hitaslag meðan hon lá nógv fremst. Men hon og Bjørk Herup Olsen eydnaðust at vinna bronsu í liðkappingini

Á 10.000 metrunum fekk Marna silvur og í dag bronsu.

Bjørk Herum Olsen var eisini við í 5000 metra kappingini í dag, men hon gjørdi seg ikki galdandi. Hon kom á mál sum nummar 7 í tíðini 18:26,58