Renning: Risastórt vónbrot um silvurheiðursmerki (fleiri myndir)

Ingi Samuelsen

26.06.2017 - 16:15

Ítróttur > Ítróttur > Renning

Onkuntíð hava vit skrivað, at føroyingur hevur vunnið silvur á oyggjaleikunum. Hesaferð var talan veruliga um at tapa silvurið.

Vit tosa um 10.000 metra renningina í kvøld og føroysku Marnu Vatnsdal Egholm.

Hon varð tikin 20 metrar áðrenn málstrikuna av Louise Perrio av Guernsey, sum sostatt fór avstað við øllum heiðrinum.

Marna var sera vónsvikin, og noktaði at tosa við miðlarnar. Hon ilskaðist inn á kappingarneyta sín fyri at hava runnið í hølunum á henni alla tíðina, ja, nærmast ákærdi hana fyri at hava traðka seg á hælirnar.

Tað var annars ein flott renning hjá Marnu Egholm. Byrjanin til rennikappingina var annars rólig, ov rólig fyri ikki at siga spakulig, hildu kønu eygleiðararnir á síðulinjuni.

Men tá teinurin var hálvrunnin, tók føroyska Marna um endan og legði seg í oddin, har hon var liggjandi – sum sagt – til tað vóru 20 metrar eftir á mál.

Ein fyri og annar eftir fullu hinir rennararnir frá. Allar uttan Luise Perrio, ið fyrr hevur vunnið á Bjørk Herup í 2011 og á Súsonnu Skylv Sørensen í 2009. Í 2015 gjørdist hon nummar trý aftan á Marnu.

Tá tær vóru komnar til síðsta umgang, royndi Marna at seta enn meira ferð á, og harvið halda Guernsey-búgvan aftan fyri seg. Hon kláraði tað til hon var komin úr síðsta svingi, og hevði smáar hundrað metrar eftir á mál.

Tá byrjaði Perrio at vinna inn, hon megnaði at yvirhála og vinna gullið, og í vónbrotinum steðgaði Marna á og gekk tey seinastu tungu, vónsviknu fetini um málstrikuna.

Luise Perrio vann í tíðini 36:26,66.

Marna Vatnsdal Egholm hevði tíðina 36:30,99.

Bronsuna vann Hannah Howard í tíðini 36:52,79