Revsitiltøk móti skiparum í Panama-veitini



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

17.04.2018 - 10:51

Tíðindi >

Antares.fo: Seinasta fríggjadag burturvístu myndugleikarnir í Panamaveitini fleiri skiparum á sleipibátum. Skipararnir noktaðu at sleipa skip gjøgnum nýggju slúsurnar í veitini. Málið verður í løtuni kannað, men sagt verður, at fleiri skiparar kunnu vænta at verða sagdir úr starvi.

Myndugleikarnir siga, at framferðin hjá skiparunum á sleipibátunum hevur ført til stóran fíggjarligan miss, og at hetta hevur skatt umdømið hjá Panamaveitini.

Felagið hjá skiparunum og dekkarum á sleipibátum í Panamaveitini sigur hinvegin, at skipararnir noktaðu at gera arbeiðið, tí nýggj átøk hjá myndugleikunum hava ført til lægri tal av dekkarum umborð á sleipibátum.

- Átøkini hjá myndugleikunum at minka talið av dekkarum setur alla trygdina í álvarsligan vanda, bæði umborð á sleipibátunum, og eisini fram við slúsunum á landi.

ITF (International Transport Workers´ Federation) hevur átalað myndugleikarnar harðliga. Felagið vísir, saman við felagnum hjá skiparum og dekkarum á sleipibátum, á eina álvarsliga vanlukku í Panamaveitini 22. november í 2017. Bæði feløgini vilja vera við, at lækkaða talið á dekkarum lættliga kann føra við sær, at ein líknandi vanlukka, sum tann í november í fjør, kann henda aftur.

Kelda: Antares.fo/The Maritime Executive