Amerikanski uttanríkisráðharrin Mike Pompeo (Mynd: EPA)

Revsitiltøkini verða verandi inntil Norðurkorea er avvápnað

Ari av Rana

14.06.2018 - 12:21

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Nógv kjak hevur verið um avtaluna, sum USA og Norðurkorea skrivaðu undir náttina til týsdagin. Ein partur av avtaluni er, at Norðurkorea skal avvápnast heilt fyri kjarnorkuvápnum. Men fleiri eru, sum ivast í hvussu ein tílík avvápnan skal staðfestast.

Mike Pompeo, sum er amerikansku uttanríkisráðharri, svaraði spurningum um hvørt ein staðfesting var umrødd millum Donald Trump og Kim Jong-un. Men Mike Pompeo var týðiliga firtin av spurningunum.

Mike Pompeo gjørdi greitt, at revsitiltøkini móti Norðurkorea verða verandi inntil landið er fullkomiliga avvápnað. Hann vísti aftur, at revsitiltøkini fór at hvørva so hvørt sum Norðurkorea tók stig móti einari fullkomnari avvápnan, skrivar CNN.