Mynd: Jens Kr. Vang

Reyða kortið fekk týðandi leiklut

Beinta Poulsen

05.09.2015 - 20:30

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í gjárkvøldið tapti føroyska landsliðið 3-1 fyri Norðurírlandi, men tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at norðurírar avgjørdu dystin, eftir at Jóan Símun Edmundsson varð vístur av vølli fyri sítt seinna gula kort.

Fyrri hálvleikur var javnur, við fáum málmøguleikum til báðar partar, men kortini eydnaðist báðum liðum at fáa hvør sítt mál. Hetta skrivar Fótbóltssamband Føroya.

Tá 12 minuttir vóru spældir legði Gareth McAuley Norðurírlandi á odda, og fyrstu løtuna høvdu gestirnir á Tórsvølli eina lítla yvirvág. Sum fráleið kom føroyska liðið meira við í dystin, og 10 minuttir fyri steðgin javnaði Jóan Símun Edmundsson til 1-1.

Tá 65 minuttir vóru spældir fingu norðurírar av álvara tamarhald á dystinum. Tíverri var tað eitt keðiligt reytt kort til føroyska málskjúttan, ið bleiv avgerandi fyri dystin.

Løtu seinni eftir reyða kortið, so var Gareth McAuley aftur uppá spæl og skoraði til 2-1, áðrenn Kyle Lafferty í 75. minutti økti til 3-1, og harvið avgjørdi dystin fyri Norðurírland.

Longu mánakvøldið skal føroyska fótbóltslandsliðið aftur í eldin, tá Finnland tekur ímóti føroysku monnunum á Olympiska Leikvøllinum í Helsinki. Tann dysturin byrjar klokkan 19.45 føroyska tíð.