Mynd: KNR

Reyði Krossur letur 200.000 krónur til Grønlands



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

19.06.2017 - 17:45

Tíðindi > Grønland

Reyði Krossur í Føroyum hevur í dag tikið avgerð um at senda 200.000  krónur sum neyðhjálp til vanlukkurakta økið eftir flóðalduna í Grønlandi.

Hervilig flóðalda rakti um vikuskiftið bygdirnar Illorsuit og Niaqornat við

Uummannaq-fjørðin. Fýra fólk eru saknaði, og neyðugt hevur verið at flyta fólk burtur úr bygdunum, tí húsini eru skolaði burtur ella illa farin. Eisini verður mett, at vandi er fyri, at fleiri flóðaldur kunnu raka eisini aðrar bygdir í økinum.

Orsøkin til flóðalduna sigst nú vera, at skriðulop hevur verið í økinum tætt við fjørðin.

Í slíkum støðum er skjót hjálp neyðug. Tí hevur Reyði Krossur Føroya í dag gjørt av at senda 200.000 krónur til Reyða Kross í Grønlandi, sum so syrgir fyri, at pengarnir koma teimum røttu til hjálpar.