Skíggjamynd (Kvf.fo)

- Vit hava reypað minst og framt mest


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Sverri Egholm

12.09.2017 - 22:04

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Hóast tað hevur sæð rokaligt út uttanifrá, haldi eg at hendan samgongan er tann, sum hevur reypað minst og framt mest.

Tað segði Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, í Degi & viku í kvøld.

Hósdagin eru tvey ár síðani, at samgonguskjalið hjá núverandi samgongu varð undirskrivað. Í tí sambandi vóru Aksel V. Johannesen, Hanna Jensen og Høgni Hoydal boðin í sjónvarpstovuna.

- Samgongan hevur prógvað, at samfelagið hevur so nógvar møguleikar, at vit hava skapa javnbjóðismøguleikar hjá fólki, skapa meiri møguleiikar fyri vinnu, og fáa meira burturúr okkara tilfeingi. Tað er tað, sum vit miðja eftir hvønn dag, og tað er tað, sum hevur hildið saman uppá hesi fólkini, hóast nógv rok, segði Høgni Hoydal millum annað.

Síggj kjakið her