(Mynd: EPA)

Ridley Scott vil útseta frumsýning av filmi við Kevin Spacey

Ari av Rana

08.11.2017 - 11:41

Mentan > List > Filmslist

Filmurin All the Money in the World hevur frumsýning í Desember, men nú vil framleiðslu- og leikstjórin Ridley Scott, saman við øðrum í Sony, hava frumsýningina útsetta til juni mánað.

Filmurin var væntaður at kunna vinna Ridley Scott ein Oscar til Oscar handanina í februar. Men eftir ákærurnar um kynsligan ágang móti høvuðsleikaranum Kevin Spacey, sum eisini varð mettur at hava møguleika at vinna ein Oscar, vil Ridley Scott hava frumsýningina flutta til aftaná Oscar handanina.

Fólki í Sony eru tó ikki samd hesum viðvíkjandi. Sony hevur tó longu steðga øllum royndum at vinna ein Oscar til Kevin Spacey.