Soleiðis síggja feilboðini millum annað út á kvf.fo

Riggar ikki at stroyma: Kringvarpsstjórin harmast

Sverri Egholm

01.03.2018 - 20:56

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Miðlar

Nógv eru í kvøld komin fram á feilboð, tá tey royna at stroyma sendingar á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Og helst er tað serliga nýggjasta part av Gud signi Føroyar, fólk ynskja at síggja.

- Eg harmist almikið, at vit í kvøld hava trupulleikar við skipanum okkara, sum ger, at tað ikki ber til at hyggja eftir sjónvarpssendingum á Kvf.fo. Serfrøðingar okkara arbeiða við málinum, sigur Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri.

Boðað verður frá, tá skipaninar eru virknar aftur.

Dagføring: Stroymingin á kvf.fo riggar nú aftur sum hon skal.