(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Rigmor Dam: - Hoyrir ikki heima at ræða lívið av børnum

Ari av Rana

06.03.2018 - 13:51

Tíðindi > Trúarlív

Í røðu, sum Rigmor Dam hevði á aðalfundinum hjá Felagnum fyri kirkjuráðslimir, nam landsstýriskvinnan við sendingarnar hjá Heina í Skorini “Gud signi Føroyar”.

- Natúrligi spurningurin í hesum sambandi er sjálvandi, um hóttanir við illamanni, helviti, glatan, eldhavi og demonum er tíðarhóskandi boðan fyri dagsins børn, segði Rigmor Dam í røðuni.

Rigmor Dam leggur dent á, at sjálvsagt ber illa til at bera fram nakran trúverdan boðskap um bjarging ella frelsu, um tú ikki vilt vera við, at nakað er at blíva frelstur frá; men boðan valdast. Ikki minst, so eigur boðanarhátturin at valdast um, hvør móttakarin er

Landsstýriskvinnan sigur, at hon sum fyrrverandi undirvísari av skúlabørnum tíverri hevur uppliva børn, sum tykjast at hava fingið mein av harðrendari boðan.

- Og verður boðanin so, at Djevulin kemur at fjala myndina av Frelsaranum, ella um boðanin leggur Helviti sum eina brennandi, ógongda borgargryvju allan vegin runt um Himmalin, tá er vandin, at hon kann vera unga móttakaranum at meini, ja, sálarløsti - og tað í meira enn einum týdningi av orðinum.

Rigmor Dam sigur, at vit vita betur í dag og við vitan fylgir ábyrgd.

- Hóast Djevulin kanska blívur við at vera aktuellu, so hoyrir tað ikki heima í dagsins samfelag at ræða lívið av børnum í royndini at vinna tey fyri Orðinum. Bæði tí, at so ógvuliga nógvir aðrir boðanarhættir eru betur, og tí, at slíkt bara ikki eigur at koma fyri, við tí kunnleika, vit hava um barnasinnið.

Landsstýriskvinnan er takksom fyri hendan partin av sendirøðini “Gud signi Føroyar”. Hon sigur, at sum henni veit hava vit ongantíð skift orð um hetta mál alment fyrr í Føroyum, og hon heldur at tað var tiltrongt.