Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Rigmor Dam í tinginum í gjár: - Grov ærumeiðing og karaktermyrðing

Sverri Egholm

24.04.2018 - 11:07

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Hvassa orðaskifti í tinginum í gjárkvøldi førdi í dag við sær eitt misálitisuppskot á Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum. Misálitið snýr seg um at Mentamálaráðið hevur ógilda uppsøgnina av Liljuni Weihe, tíðindaleiðara í Kringvarpinum.

Jørgen Niclasen spurdi í tinginum um Rigmor Dam royndi at frásiga sær ábyrgdina í Mentamálaráðnum.

- Í mun til onnur starvsfólkamál er man farin inn, og hevur sett ein ávísan tíðindaleiðara í starv. Er tað so, at Rigmor Dam frásigur sær alla ábyrgd av avgerðunum, sum vera tiknar, ella er tað so, at Rigmor Dam hevur ábyrgdina, segði Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum.

- Eg fari at frábiðja mær at vera korrupt, tí tað er tað, man ger. Onkur snakkaði í áðni um ærumeiðing. Hesin røðarapallurin er eitt serligt stað í Føroyum, tað at vera landsstýrisfólk er ein serligur sessur og tað, at vera tingfólk er nakað seligt. Hevði hetta gingið fyri nakra aðrastaðni í føroyska samfelagnum, hevði tað verið eitt dømi um grova, grova ærumeiðing og karaktermyrðing, segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna.

Les eisini: Her er misálitið móti Rigmor Dam

Les eisini: Ingolf S. Olsen: Kundi verið endað í rættinum fyri ærumeiðing