Ríkfeløgini dystast um víðari luttøku

Ari av Rana

14.02.2018 - 16:29

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tveir dystir verða spældir í Champions League í kvøld.

Á Santiago Bernabéu bresta tvey av heimsins ríkastu feløgum saman, tá kongafelagið Real Madrid tekur ímóti oljuríka Paris-Saint Germain.

Hetta er dysturin, sum flest fólk hava glett seg til í hesum 1/8-finalunum í ársins kapping. Við leikarum sum Cristiano Ronaldo, Karim Benzema og Gareth Bale í Real Madrid og Neymar, Edison Cavani og Kylian Mbappé í PSG, er talan um tvey tey bestu álopini í heiminum.

PSG sett met í flest skora mál í einum Champions League bólki, tá teir vunnu sín bólk sannførandi. Eins væl gekk ikki hjá Real Madrid, sum endaði á næsta plássi eftir at hava tapt móti Tottenham, sum endaði á fyrsta plássi.

Hin dysturin í kvøld er millum fimm faldaðu meistarunum úr Liverpool, sum eru á vitjan hjá sigursvanda Porto.

Hóast víðari luttøkan í kappingini aldrin var í vanda hjá Liverpool, so var liðið ikki sannførandi í bólkaspælinum. Liðið hevur tó staðið seg væl í heimligu kappingini seinastu mánaðirnar, og mugu metast sum favorittar at spæla seg víðari í kappingini.

Porto endaði nummar 2 í sínum bólki, sum taldist millum teir veikaru bólkunum. Men liðið hevur spælt framúr væl í heimligu kappingini, har tað liggur fremst eftir 21 umfør. Portugisiska kappingin er sterk, og á heimavølli stendur liðið seg altíð væl. Harumframt hevur Porto ikki tapt í seinastu 24 dystunum.

Talan verður allarhelst um tveir tættar dystir, tá Champions League verður bríkslað í gongd kl. 19:45.