(Mynd: DR)

Rinda vit, sleppa vit at skipa fyri føroyskum melodi grand prix

Sverri Egholm

08.02.2018 - 17:01

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Tað sigur Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri.

Í fleiri ár hava føroyingar luttikið í melodi grand prix í Danmark, Íslandi og Svøríki. Við so nógvum tónleikaligum gávum í landinum, hví skipa vit ikki fyri okkara egna Melodi Grand Prixi. Tann spurningin fekk Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri í seinnapartssendingini Nón í útvarpinum.

Og tað letur seg gera, at skipa fyri egnum melodi grand prixi, men tað kostar.

Fyri nøkrum árum síðani ljóðaði, at Føroyar skuldu vera eitt fullveldi, og ikki ein partur av Danmark, fyri at vera limur í EBU.

Men tá Dia Midjord, fyrrverandi kringvarpsstjóri, kannaði hetta aftur í fjør, fekk hann onnur boð. Nú var tað ikki longur eitt krav at vera fullveldi, men tað krevur framvegis at vit eru limir í EBU.

- Vit eru ikki útilokaðir av definitiónini. Men tað krevur at vit søkja um limaskap og eru villig at rinda fyri limaskap.

Sambært Johnny í Grótinum er talan um eina hálva millión um ári.

- Tað ljóðar sum øgiliga nógvir pengar, men EBU er so nógv annað enn Grand Prix. EBU er ein felagsskapur har man fær atgongd til tíðindatilfar og annað tilfar. So tað vit nú hyggja eftir, er um tað gevur meining at vera limur í EBU ístaðin okkurt annað, har vit fáa tíðindi frá, segði Johnny í Grótinum

Hypotetiski spurningurin um man vinnur var eisini tikin upp í Nón. Tí tá hevur man skyldu at skipa fyri ovur stóra Eurovision tiltakinum árið eftir.

Johnny í Grótinum segði, at tað krevur nógv at skipa fyri Melodi Grand Prixnum, og at helst skulu stuðlar til.



beint nú