(Mynd: EPA)

Rindaði eina millión dollarar í veðhaldsgjaldi

Ingi Samuelsen

31.12.2015 - 07:09

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Amerikanski sjónleikarin Bill Cosby varð í gjár førdur fyri rættin í Pennsylvania eftir at tað fyrr um dagin varð kunngjørt, at hann er ákærdur fyri kynsliga valdsgerð móti eini kvinnu í 2004.

Hann kom til rættin í svart/hvítari hettutroyggju, og varð stuðlaður av tveimu persónum, tá hann varð førdur inn í rættarbygningin. Hann segði einki til nógvu fjølmiðlafólkini, sum tóku ímóti uttan fyri rættarbygningin.

Les eisini: Nú er Bill Cosby ákærdur

Veðhaldsgjaldið varð sett til eina millión dollarar – næstan sjey milliónir krónur – sum Bill Cosby hevur goldið. Tí sleppur hann undan at verða varðhaldsfongslaður, skrivar dr.dk.

Sambært CNN hevur hann ikki tikið støðu til ákæruna. Verjar hansara siga tó, at málið er ”ógrundað”, og tey rokna við, at Bill Cosby verður frídømdur.

Innleiðandi rættarfundur er settur at vera 14. januar. Bill Cosby hevur latið passið frá sær, og kann sostatt ikki fara úr landinum.

Sambært ákærumyndugleikunum er Bill Cosby ákærdur fyri skemmandi valdsgerð móti Andreu Constand í 2004, tá hon arbeiddi á Temple University, sum liggur nærhendis heimið hjá Cosby í Philadelphia.

Her skal amerikanski sjónleikarin og skemtarin eftir øllum at døma hava doyvt kvinnuna, áðrenn hann gjørdi seg kynsliga inn á hana.

Meira enn 50 aðrar kvinnur hava eisini skuldsett Bill Cosby, kendur fyri sjónvarpsrøðina ”The Cosby Show”, fyri líknandi valdsgerð.

78 ára gamli skemtarin hevur higartil víst øllum skuldsetingum frá sær, og hetta er fyrsta ákæran, ið er reist móti honum. Hann kann verða dømdur 10 ára fongsul, um hann verður funnin sekur.