Kristina Háfoss (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Rindaðu 4,5 milliónir til pedagogar undir verkfalli

Sverri Egholm

18.01.2018 - 19:52

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Í desember rindaði landið áleið 18 milliónir krónur til pedagogar og hjálparfólk. Enn er ikki gjørt upp, hvussu mong vóru í verkfalli, men siga vit, at um leið helvtin av starvsfólkunum vóru í verkfalli ein hálvan desember mánað, gevur tað, at 4,5 miljónir kr. hava verið goldnar í lønum til fólk í verkfalli.

Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýrskvinna í fíggjarmálum, í svari til Bill Justinussen, tingmann fyri Miðflokkin.

Bill spurdi hví Fíggjarmálaráðið valdi at rinda fólki løn, sum ikki hava rætt ella krav uppá løn undir verkfalli/verkbanni.

Her svarar landsstýriskvinnan at tað av praktiskum orsøkum. Tað er lættari at gera ta mótrokningina, tá ið verkfallið er av. Tá liggur eisini klárt, hvørji fólk hava verið undantikin frá verkfallinum tann mánaðin, summi heilt undantikin, summi partvíst undantikin, sigur hon í svarinum.

Heimildin at útgjalda løn undir verkfalli er tann sama sum heimildin at gjalda løn, sigur hon eisini.

Spurningin um nakað fordømi finst aðrastaðni, har arbeiðsgevarin rindar limum hjá verkfafeløgum fulla løn undir verkfalli svarar Kristina Háfoss ikki.

- Vegna stutta skotbráðið at svara hesum spurningi, hevur Fíggjarmálaráðið ikki fingið neyvt kannað og lýst fordømi í øðrum londum.

Sí alt svarið her