Ringanna Harri verður til sendirøð



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

13.11.2017 - 21:39

Mentan > List > Filmslist

Filmsfelagið Amazon Studios hevur váttað, at felagið er byrja at framleiða eina Ringanna Harri sendirøð, eftir at filmsfelagið gjørdi avtalu við Tolkien stættina og New Line Cinema.

Sendirøðin fer at endurskapa Ringanna Harri bøkurnar, men hesin Ringanna Harri heimurin fer ikki at líkjast tí, sum Peter Jackson skapti.

Amazon keypti rættindini til sendirøðina fyri 200 mió. dollarar. Harumframt verður mett at hvør sesong kemur at kosta 150 mió. dollarar.

Væntandi fer sendirøðin ikki bert at fortelja um tíðarskeiðið tá Fróði Pjøkin, Gandálvur og hinir ferðast gjøgnum Miðgarð í teirri ferð at oyðileggja tann eini ringin, men fer hon eisini at fortelja um hendingar, sum fóru fram áðrenn hetta tíðarskeiðið.